Stjórin í norska flogfelagnum SAS Braathens, Petter Jansen, heldur, at norðmenn eiga at keypa ta risastóru teldufyritøkuna Dell.
Petter Jansen heldur, at norðmenn eiga at keypa Dell við pengum úr tí almenna oljugrunninum. Partabrævavirðið í fyritøkuni liggur um 600 milliardir krónur, og tað merkir, at norðmenn mugu brúka umleið 60 prosent av oljugrunninum, skal keypið fullførast, skrivar Aftenposten.
Men tað hevði loyst seg væl, sigur stjórin í SAS Braathens. Hann vísir á, at tey seinastu árini hava fleiri fyritøkur kastað meiri av sær enn norski oljugrunnurin, og at Dell er ein av hesum fyritøkunum. Harafturat heldur Petter Jansen, at tað hevði verið ein fyrimunur at savnað ein størri part av íløgupengunum í eina stóra fyritøku.
Norski oljugrunnurin eigur frammanundan 0,158 prosent av partapeninginum í Dell.