Kringvarp Føroya eigur at hava tvær sjálvstøðugar tíðindaredaktiónir.
Tað heldur Jógvan á Lakjuni, Fólkaflokkurin, og spurdi landsstýriskvinnuna við mentamálum, Rigmor Dam, um nøkur ætlan er um at endurskoða kringvarpslógina.
Landsstýriskvinnan segði, at ongar ætlanir eru um at endurskoða kringvarpslógina, men segði eisini, at hon heldur, at tað eiga at vera tvær tíðindaredaktiónir.
-Men sum fíggjarliga orkan er, so eru útlitini fyri hesum ikki serliga góð.
Jenis av Rana, Miðflokkurin spurdi um landsstýriskvinnan heldur, at tíðindaflutningurin í løtuni er nóg óhfetur við tí einu redaktiónini sum nú er.
Ingolf S. Olsen, Tjóðveldi, helt, at rættast er at hava tvær redaktiónir, men eisini hann ivaðist í um hetta ber til í løtuni, tí ov lítið av peningi er til.
Bjørn Kalsø, Sambandsflokkurin, vísti á, at KvF hevur fingið nógv meira pening og at hann ikki dugir at síggja forðingarnar fyri at hava tvær redaktiónir.
Landsstýriskvinnan endaði við at siga frá KvF, at tey hava fleiri redaktiónir.
kortini eru tær allar algdar undir sama tíðindaleiðara.