Jenis av Rana, floksformaður, ávaraði móti treytaleysum knæfalli ímóti øllum tí, sum kemur inn á okkum. Vit áttu heldur at bjóða øðrum tað góða, vit hava bygt upp í Føroyum Í sínari formansfrágreiðing nevndi Jenis av Rana, at tað verður neyðugt at broyta skattapolitikkin, so hesin verður meiri samhaldsfastur. Sastundis harmaðist hann um, at ætlanin um at leggja sjúkrakassan og kringvarpsgjaldið, eftir øllum at døma nú er partvíst slept.
Hann kom eisini inn á spurningin um fosturtøku. Hann gjørdi vart við, at føroyingar hjálpa millum annað hollendskum kvinnum at eggja føroyskum kvinum til at bróta lógina. Hann spurdi, hvat tað næsta verður.
- Fara vit nú eisini at fylgja hollendskari fyrimynd, tá tað kemur til gomul og illa sjúk, skulu vit so eisini til at geva aktiva deyðshjálp, spurdi Jenis av Rana
Hann ávaraði eisini móti treytaleysum knæfalli fyri tí, sum kemur inn á okkum uttanífrá, teirr sonevndu alheimsgerðini. Hann mælti heldur til, at vit bera øðrum tjóðum og fólkum tað góða, sum gjøgnum árini er bygt upp í Føroyum.
Um tjóðarfrælsi nevndi Jenis av Rana, at ein niðurskurður í blokkinum í sjálvum sær ikki er nakað mál fyri Miðflokkin.
- Ein búskaparlig uppgerð við danir vil sannføra føroyska fólkið um, at hvørki blokkur ella ES-limaskapur er bjargingin, men tað er HANN, sum hevur sett okkum i hetta ríkidømi, sum er tað nærmasta vit koma himmiríki á jørð, segði Jenis av Rana.