Eiga at gera mun fólki við koronupassi

Og vit eiga at fáa kanningar aftur við markið

##med2##

 

Tað sigur Pál Weihe, koronuráðgevi, nú sera nógv koronusmittað aftur er í landinum.

Hann sigur í samrøðu við FM1, at nú eiga vit at stramma eitt sindur upp.

– Vit eiga aftur at seta í verk kanningar við markið, vit eiga at gera mun á koppsettum og ikki koppsettum, og vit eiga at skerja sosialar aktivitetir so su,m ítróttartiltøk, veitslu og annað næstu 14 dagarnar fyri at koma á botn aftur.

Hann heldur, at soleiðis kunnu vit fáa smittuna niðuraftur, áðrenn vit koma inn í jólafyrireikingarnar.