TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við Viljorm Davidsen í Mixed Zone á Tórsvølli aftaná Viljormur og liðfelagarnir høvdu leikt málleysan javnleik ímóti Lettlandi.
Viljormur Davidsen viðgongur, at tað er ein tóm kensla ikki at fáa ein sigur, tá ein hevur havt so stórar málmøguleikar, og hann iðrar seg líka nógv sum hinir. Men tá ein ikki kann skora er ein málleysur javnleikur, og eitt stig tað næstbesta ein kann fáa.
Viljormur Davidsen staðfestir, at hann og liðfelagarnir kunnu skriva enn meiri søgu, um teir vinna í Budapest komandi týskvøld, sum hevði merkt, at Føroyar gjørdust nummar trý í undanbólki B. Viljormur Davidsen heldur, at tað er avgjørt nakað sum er vert at fara eftir hjá honum og liðfeløgunum.