Eiga at fáa vápnahvíld í Libya

Týski uttanríkisráðharrin, Guido Westerwelle, sigur, at kreppan í Libya verður ikki loyst við vápnamegi, og hann mælir øllum pørtum til at virka fyri einari vápnahvíld. Orðini fullu, eftir at Guido Westerwelle hevði havt fund við kinesiska starvsbróður sín, Yang Jiechi, í Beijing í morgun.

-Kreppan í Libya kann bara loysast við politiskum átøkum, og vit eiga at taka tann táttin upp nú. Tað fyrsta stigið er at fáa í lag eina avtalu um vápnahvíld, sum Gaddafi skal galda, so tingingar um frið kunnu byrja, segði týski uttanríkisráðharrin á tíðindafundi í kinesiska høvuðsstaðnum í morgun.

Týskland greiddi ikki atkvøðu, tá ST-trygdarráðið samtykti átakið í Libya.