DAGPENGAR
Tað var Astrid Andreasen, listkvinna, sum var tann, sum av fyrstan tíð gjørdi vart við avleiðingarnar, broytingarnar í dagpeningalógini høvdu fyri hana og onnur listafólk. Nýggj áseting í broyttu lógini sigur, at 25 prosent av allari inntøkuni skal vera A-inntøka og 75 prosent B-inntøka. Hjá flestu listafólkum er inntøkumynstrið beint tað øvugta. Tað er A-inntøkan, um enn hon ikki er stór, sum ger tað møguligt hjá listafólkum at arbeiða við síni list.
- Í veruleikanum er tað ómøguligt at breyðføða seg sum listafólk í Føroyum. Tí ert tú noydd at hava annað lønt arbeiði við síðuna av, men tann nýggja skipanin leggur í grundini stein omaná byrðu í so máta. Bróti eg ein arm, eri eg illa stødd orsakað av broytingini í lógini. Eg fái ongar sjúkrapengar í mínum listarliga arbeiði, hvørki her ella har. Undir ongum umstøðum vil eg vera almanna klientur. Eg havi verið við í Dagpeningaskipanini fyri ikki at koma í ta støðu at gerast almanna klientur. Og skuldi eg fingið forsorg, verði eg fyrst noydd at selja øll míni arbeiðstól, tí ein almanna klientur skal ikki eiga nakað, sigur Astrid Andreasen.
Nú tað vísir seg, at hon og onnuri av órøttum eru koyrd úr Sjálvbodnu Dagpeningaskipanini, heldur hon, at tey eiga at fáa eina virðiliga umbering frá almennu myndugleikunum, men ikki minst eina skjóta avgreiðslu, soleiðis, at tey koma í Sjálvbodnu Dagpeningaskipanina beinanvegin aftur. At arbeiðsbólkur er settur at endurskoða lógina við tí fyri eyga, at tey, sum eru koyrd úr skipanini, skulu uppí aftur, merkir, at rúm tíð gongur fyrr enn tey verða tikin uppí aftur.
- Vit kunnu als ikki góðtaka at bíða so leingi, tí so hava vit onga trygd í eitt heilt ár. Annað hvørt má eitthvørt gerast fyribils soleiðis at vit hava onkra trygd, ella mugu vit uppí skipanina beinanvegin, sigur Astrid Andreasen, listakvinna.
Astrid Andreasen hevði verið í Sjálvbodnu Dagpeningaskipanini í fimtan ár, tá ið hon seinasta summar uttan ávaring varð koyrd úr skipanini. Frágreiðingin var, at lógin var broytt og at hon ikki longur var umfatað av lógini. Vildi so illa til, at hon gjørdist sjúk, kundi hon venda sær til forsorgarhjálpina, fekk hon at vita.
- Tað er ógvuliga mannminkandi og óvirðiligt at fáa eina slíka viðferð. Tað vísir seg eftir øllum at døma, at vit skulu vera ógvuliga vakin, tá ið lógir verða settar í gildi. Eg kundi bara sett meg afturá og góðtikið at verðið blakað úr skipanini, men eg eri ómetaliga glað fyri, at eg ikki góðtók tað og fór til verka. Høvdu vit einki gjørt, hendi einki, sigur Astrid Andreasen sannførd.
Síðani tær vórðu koyrdar úr Sjálvbodnu Dagpeningaskipanini, hava tær einki hoyrt frá Almannastovuni, sum umsitur tryggingina.
- Vit óttast eitt sindur fyri, at løgtingsvalið forpurrar málið.
Listafólkasambandið hevur ikki slept málinum enn. Tey vilja í fyrsta umfari hava eina umbering til listafólkini og í øðrum lagi, at listafólkini sleppa í tryggingina aftur sum skjótast.