? Tað býr ikki nóg mikið av fólki í Suðuroynni, so til ber at savna oljuvinnuna har. Men ert tú landspolitikari, eigur tú at taka undir við, at hol fyrst og fremst verður sett á oljuvinnuna í Suðuroynni, sigur Heini O. Heinesen. Hann ynskir at gera hesa viðmerkingar afturat samrøðuni, Sosialurin hevði við hann í gjár, eftir at hetta mál hevur kravt so stóra øsing.
Heini O. Heinesen ásannar, at Tjóðveldisflokkurin er ein partur av samgonguni, og tí kann hann ikki sjálvur avgera, at oljuvinnan skal savnast í Suðuroynni. Men hann heldur tó, at allir politikarar, ið kenna seg sum landspolitikarar, eiga at arbeiða fyri, at fyrsta oljudepotið verður lagt í Suðuroynni, og síðani kunnu tey koma aðrastaðni í landinum seinni.
? Eg skal einaferð enn vísa á, at tað einki nyttar at gera oljuhavnir kring landið beint nú, tí leitikeiðið gevur ongan pening. Tað verður ikki fyrr enn olja er funnin, at vinningur fæst, og tá er eisini upplagt, at gassleiðingar verða lagdar frá oljuøkinum til Suðuroyar.









