Eiga at byggja World Trade Center uppaftur

Helmingurin av fólkinum í New York taka undir við at byggja tveir nýggjar bygningar á grundini, har World Trade Center stóð

Tað vísir ein meiningakanning, sum blaðið New York Times hevur gjørt.
Tað kom ikki óvart á blaðið, at meirilutin av fólkinum eru ímóti at endurreisa World Trade Center, tí tey flestu tykjast hava eina ógvuliga avgjørda hugsan um, at staðið, Ground Zero, skal fáa frið. Men hinvegin var tað óvæntað, at heili 48 prosent siga seg taka undir við at endurreisa bygningarnar.
- Eg haldi, at vit eiga at byggja tveir bygningar av sama slagi á staðnum til tess at vísa umheiminum, at vit gevast ikki so, og at vit vilja ikki lata onnur gera av, hvat vit gera, sigur venjarin hjá kenda baseballfelagnum Yankees, Joe Torre, við New York Times.
Øll í New York eru á einum máli um, at býurin hevur mist tvey av sínum týdningarmestu eyðkennum, men tey eru líka so ósamd um, hvat skal gerast við staðið, har bygningarnir stóðu.
Býarmyndugleikarnir hava skrivað út eina hugskotskapping um, hvar skal gerast við staðið, og ætlandi verður úrslitið almannakunngjørt einaferð í desember.
Frammanundan hevur býráðið í New York samtykt at gera eina viðarlund til minnis um tey umleið 2800 fólkini, sum doyðu í atsóknini fyri tíggju mánaðum síðani.