Eiga at bumba Mekka

Ein amerikanskur kongresslimur heldur, at Vesturheimurin eigur at svara teimum muslimsku yvirgangsmonnunum við at bumba heilaga stað teirra, Mekka.

- Fáa vit eina atsókn afturat, og tað kann prógvast, at álopsmenninir eru víðgongdir muslimar, eiga vit at svara aftur við at søkja at teirra heilagu støðum, sigur republikanski kongresslimurin úr statinum Colorado, Tom Tancredo. Spurdur, um hann sipaði við heilaga muslimska staðin Mekka, svaraði hann játtandi.

Orðini hjá kongressmanninum hava fingið øði í muslimar í USA, sum krevja, at hann skal taka tey aftur. Eisini turkiski uttanríkisráðharrin, Abdullah Gúl, sigur seg vera skelkaðan av tí, sum kongresslimurin segði.

- Slíkt er fullkomiliga ábyrgdarleyst. Maðurin hevur ikki gjørt sær greitt, hvat slíkt kann elva til, og hetta er so óheppið, sum tað kann vera, sigur hann. Abdullah Gúl leggur afturat, at hann uggar seg við, at hvørki amerikanska stjórnin ella amerikanska fólkið taka undir við sjónarmiðunum hjá Tom Tancredo.

Men heilt einsamallur er hann ikki, tí teir seinastu dagarnar hava fleiri lesarabrøv í amerikonskum bløðum tikið undir við hugskoti hansara um at bumba Mekka.