Tjóðveldið hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um, at tað skal verða loyvt at bryggja sterkt øl og brennivín í Føroyum Sterkari øl enn 5,8 prosent og brennivín eigur at kunna bryggjast í Føroyum. Tað sigur Tjóðveldi, sum í gjár legði fram uppskot um at broyta rúsdrekkalógina.
Tað var Bjørt Samuelsen, fyrrverandi landsstýriskvinna í vinnumálum, sum legði uppskotið fram.
Broytingarnar skulu koma í gildi á nýggjárinum. Endamálið er at javnseta føroysk bryggjarí við íslendsk og onnur útlendsk bryggjarí, sum sleppa at bryggja sterkt øl.
Eftir Hoyvíkssáttmálanum millum Føroyar og Ísland eiga somu kappingartreytir at galda fyri føroysk og íslendsk feløg, vísir Tjóðveldi á í viðmerkingunum.