Á fundinum í fiskivinnunevndini hjá ES mikudagin bleiv Maria Damanaki mint á, at handilsforðingar eiga at verða settar í verk ímóti Føroyum, og tað ongantíð ov skjótt.
Serliga umboðini úr Írlandi, Pat the Cope Gallagher og skotin, Struan Stevenson, mæltu til at eitt boykott er tað einasta, sum kann fáa føroyingar at bakka í kravinum um eina størri kvotu.
Men Isabella Lövin, úr svenska Umhvørvisflokkinum, vísti á at tað er neyðugt at broyta kvotaskipanina.
Hon vísti á sjónarmiðini, sum Norðurlandaráðið áður hevur borið fram. Og tað er ganga burtur frá teimum søguligu rættindinum fyri at sleppa undan fleiri ósemjum.
Orsøkin er, at klimabroytingarnar hava við sær at fleiri fiskasløg hava flutt seg longur norðureftir.
-Okkara starvsfelagar í Norðulandaráðnum mæla til, at finna onnur parametur fyri býtið av fiski. Tað vildi verið fyrsta stigið á leiðini at finna eina loysn á, hvussu vit býta fiskatilfeingið í framtíðini, sigur Maria Lövin.










