Í dag fer løgtingið undir aðalorðaskifti um vinnulívspolitikk, eitt mál, sum uttan iva fer at fáa drúgva umrøðu á tingi. Sum partur av hesum orðaskifti fer uttan iva at vera Caragata-frágreiðingin, sum Vinnumálastýrið bílegði nakað herfyri og sum varð almannakunngjørd í fjør.
Sosialurin hevur spurt skrivaran í Búskaparráðnum, Jóannes Jacobsen um eina viðmerking til, at Caragataálitið helst verður ein partur av grundarlagnum undir orðaskiftinum um vinnulívspolitikkin frameftir.
Jóannes Jacobsen viðgjørdi annars júst hetta álitið á einum fundi í Framburðsfelagnum í Havn, te. valfelag Fólkafloksins. Har var hann rættiliga bersøgin og fýrdi ikki fyri at koma við kritikki eisini.
Uppá fyrispurning um Caragataálitið er eitt gott fundament undir einum orðaskifti um vinnulívspolitikkin sigur Jóannes Jacobsen, og hann fyrst leggur dent á, at tað er sum búskaparfrøðingur og ikki sum skrivari í Búskaparráðnum, at hann úttalar seg.
Hann heldur, at partur av álitinum er væl nýtiligur í so máta, men hann ávarar ímóti at taka seinasta partin av frágreiðingini frá Caragata uppí orðaskiftið um vinnulívspolitikkin.
Tann seinasti parturin av álitinum snýr seg um sambandið millum búskaparvøkstur og skattatrýst. -Tann parturin av frágreiðingini kann ikki brúkast í slíkum orðaskifti, hvørki teoretiskt ella statistiskt. Eftir míni metan er tað arbeiðið ikki nóg væl gjørt.
Talan er um tann seinasta triðingin av Caragata-álitinum. Jóannes Jacobsen sigur, at tann fyrsti parturin av álitinum, sum snýr seg um privatiseringar, er gott grundarlag undir einum orðaskifti um vinnulívspolitikk, hóast hann ikki er so djúpur. -Tað skal nógv meira útgreiningararbeiðið gerast aftrat, áðrenn man kann taka støðu í ymsum privatiseringsmálum.
Jóannes Jacobsen heldur eisini, at vit mugu ansa eftir ikki at blanda ting saman, tá vit tjakast um vinnulívspolitikkin. -Tá man tosar at privatisera Føroya Banka, Føroya Tele osfr. má ein ikki blanda skattatrýst ol. uppí. Tá verður tað eitt orðaskifti um ideologi. Eftir mínum tykki eiga vit heilt at kobla frá tjakið um búskaparvøkstur og skattatrýst og heldur umrøða sjálvan vinnulívspolitikkin.
Uppá fyrispurning um hann metir Caragata-álitið sum eitt slag av ideo-logiskum manifesti fyri einum føroyskum høgrapolitikki svarar Jóannes Jacobsen bæði ja og nei. -Tað haldi eg ikki man kann siga um tann fyrsta partin, men í seinasta partinum um búskaparvøkstur og skattatrýst haldi eg man kann síggja eina høgraideologi.
Búskaparráð-leysir
Búskaparráðið hevur annars ongantíð viðgjørt Caragataálitið sum so. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa eina viðmerking frá formanninum í Ráðnum, Bjarna Olsen.
Ráðið fór annars frá 1. januar. Nevndin varð vald fyri trý ár og gekk tíðin út á nýggjárinum. Síðani tá er eingin nýggj nevnd vald. Tað er Fróðskaparsetrið, sum stillar inn umboð til Búskaparráðið, sum Fíggjarmálastýrið síðani setir.