Katrin Kallsberg, forkvinna í trivnaðarnevnd Løgtingsins, er samd í, at viðgerðartilboðini ikki eru nóg góð í Føroyum.
- Tað er als ikki í lagi, at vit ikki kunnu bjóða nóg góð tilboð, nóg tíðliga. Vit eiga at bjóða nøktandi tilboð, serliga til ung undir 18 ár, sigur hon.
Sjálv heldur hon, at at viðgerðin av ungum í stóran mun hoyrir heima í ungdómspsykiatriini, tó at aðrir fakbólkar eisini spæla ein stóran leiklut.
Slík viðgerðartilboð eru ikki ókeypis.
- Tey kosta, men eg ivist ikki í, at tey fara at vera prísin verdan. Hvør einstakur rúsevnismisnýtari er ein ov nógv, sigur hon.
Hon vísir kortini á, at onkur tiltøk kunnu setast í verk, sum ikki eru so kostnaðarmikil. Eitt átak, sum kann setast í verk, er eitt forboð móti at innflyta cannabisfræ, meðan listin og reglugerðin fyri euforiserandi evni eisini eigur at dagførast. Í sosialinum mikudagin segði Martin Gravesen, varafúti, at løgreglan vanliga kemur fram á, at fólk hava skunkplantur við hús. Í Sosialinum stóð eisini at lesa, at tað ikki er ólógligt at innflyta hampfræ, einans at dyrka plantur úr teimum.
- At seta eitt slíkt forboð í verk hevði ikki kosta nakað, uttan at eitt ávíst lógararbeiði má gerast, sigur Katrin Kallsberg.