Umhvørvisverndarfelagsskapirnir WWF og Greenpeace vilja hava myndugleikarnar at banna skipum at veiða tann sokallaða bláuggatunfiskin, tí stovnurin er ovfiskaður, og hesum taka vísindafólk undir við. Tað skrivar Morgunblaðið.
Altjóða vísindanevndin viðvíkjandi tunfiski í Atlantshavinum sigur, at gýtingarstovnurin er bara 15 prosent av tí, sum hann var, áðrenn fiskiskapurin byrjaði.
Tað eru serliga japanar, sum vilja hava bláuggatunfisk, sum teir brúka til ymiskan sushi-mat, og japonsk skip hava roynt eftir tunfiski vesturi í Atlantshavinum.
Íslendsk skip hava eisini gjørt onkrar royndir eftir tunfiski.










