Fyribyrgingarnevndin hjá donsku stjórnini mælir politikarunum til at tilevna eina lóg, sum skal banna allari royking innandura á almennum støðum Eftir tilráðingini skulu fólk bara hava loyvi at roykja heima hjá sær sjálvum, skrivar Ritzau.
Fyri næstan tveimum árum síðani samtykti Fólkatingið at skerja møguleikarnar hjá roykjarunum, men fyribyrgingarnevndin heldur ikki, at tey stigini muna nóg mikið.
Umframt roykibannið á almennum støðum hevur fyribyrgingarnevndin fleiri tilmæli til politikararnar. Eitt nú mælir nevdnin til at hækka prísin á sigarettum, sum ein pakki við tjúgu skal kosta 50 krónur.










