Eiga at banna einnýtisplasti

Kanningar vísa, at í 2050 kunnu vit vænta, at tað verður meira plast enn fiskur í havinum. Eisini vita vit, at 70 % av burturkastinum í havinum er einnýtisplast og fiskiamboð. Eg haldi, at tíðin er komin til, at vit taka eitt ordiligt stig á hesum økinum og banna tí einnýtisplasti, sum oftast endar í havinum.

 

 

Plastið í náttúruni

8. august skipaði Javnaðarflokkurin fyri tiltakinum politisk plogging. Eitt tiltak, har limir í Javnaðarflokkinum hittust kring landið at jogga og savna burturkast upp úr náttúruni, meðan prátað varð um umhvørvispolitikk. Tað gjørdist skjótt greitt fyri okkum luttakarum, at tað serliga var eitt slag av burturkasti, sum var sjónligt í náttúruni – einnýtisplast, so sum súgvirør, einnýtiskoppar og lok, sum hoyra til plastkopparnar.

 

Plast er bæði ólukka og vælsignilsi – tí hvussu skulu vit liva uttan alla vøruna úr plasti, sum vit brúka hvønn einasta dag? Umhvørvisliga avbjóðingin er, at einki plast bert skal brúkast eina ferð, og at plastið verður burturbeint á rættan hátt, so at tað ikki endar í náttúruni. Tað vísir seg, at 70 prosent av øllum burturkasti í heimshøvunum er einnýtisvøra og fiskireiðskapur.

 

Nógvar ætlanir – og nú krevjast átøk

Nógv er á tekniborðinum í sambandi við hendan óhugnaliga stóra umhvørvistrupulleikan. Í ES verður arbeitt við eini víðfevndari ætlan, sum fevnir um tær tíggju einnýtisvørurnar úr plasti, sum oftast enda í havinum og fram við sjóvarmálanum. Partur av hesi ætlan er, at einnýtisborðbúnaður, tallerkar og súgvirør úr plasti skulu bannast allastaðni í ES fyri at minka um nøgdina av burturkasti í havinum og í náttúruni. Eisini í norðurlendska samstarvinum og í samstarvinum í Útnorðri, sum vit føroyingar eru partur av, verður arbeitt við ætlanum um at avmarka plastnýtsluna.

 

Fyri stuttum boðaði ES kommissiónin frá, at ES ætlar at banna ymsum slagi av einnýtisplasti. ES kommissiónin væntar ikki, at vørurnar hvørva, men at tær ístaðin fara at verða framleiddar í øðrum, meira umhvørvisvinarligum tilfari.

 

Í Afrika hava fleiri lond bannað plastposum og aðrari vøru úr plasti, og herfyri skrivaði Kili søgu sum tað fyrsta landið í Suðuramerika at banna plastposum. Frakland hevur boðað frá, at frá 2020 skal einnýtisborðbúnaður úr plasti ikki longur verða loyvdur, og allarhelst verður tað ikki leingi, áðrenn onnur lond fara somu leið.  

 

 

Tíðin er komin

Í Føroyum liva vit av havinum. Tí eiga vit ikki bara at ganga og bíða, til rákið rakar okkum. Vit eiga at ganga á odda við at verja umhvørvið. Vit eiga at gera okkara part í mun til at basa veðurlagsbroytingunum í heiminum, men vit eiga sanniliga eisini at hugsa um høvuðsvinnu okkara, sum í stóran mun verður ávirkað av tí støðugt meira dálkaða havinum.

Tí haldi eg, at tíðin er komin til at taka eitt ordiligt stig á økinum og banna tí einnýtisplasti, sum oftast endar í havinum.

 

Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin

 

Granskingin The New Plastics Economy – Rethinking the future of plastics kann lesast her:

http://www3.weforum.org/docs/WEF_The_New_Plastics_Economy.pdf