Eiga at avmarka almennu íløgurnar

Tað almenna átti at álagt kommununum at avmarka íløgurnar, heldur stjórin í Norðoya Sparikassa Eyðfinn Reyðberg, sparikassastjóri, vísir á, at tað kann ikki vera rætt, at kommunurnar hækka lánibyrðuna, samstundis sum tær hvønn mánað seta nýtt met í inntøkum.

-Tey privatu húsarhaldini gera hinvegin ikki skilaleysar íløgur, sigur Eyðfinn Reyðberg við útvarpið hjá Kringvarpinum.

Stjórin í Norðoya Sparikassa heldur, at tað almenna kundi valt at útskotið okkurt heldur enn at gjørt alt ísenn.