Í mars sleppa fólk í Falklandsoyggjunum at taka støðu til, um oyggjarnar skulu halda fram sum bretskt hjáland ella ikki, men teimum nýtist ikki at spyrja, hvat forsætisráðharri teirra norðuri í London heldur um spurningin.
-Eg havi stóra virðing fyri okkara sambandi við Falklandsoyggjarnar, og eg vóni, at vit fara at varðveita hetta sambandið. Men tað er fólkið í oyggjunum, sum eigur avgerðina, sigur David Cameron í sínari nýggjásheilsan til fólkið í Falklandsoyggjunum. Tað skrivar blaðið The Teleghraph í dag.
Argentinar, sum kalla oyggjarnar Las Malvinas, halda uppá, at bretar brutu lógina, tá teir løgdu oyggjarnar undir seg í 1833, og at Argentina av røttum hevur rætt til tær. Argentinar fingu eisini eina heilsan frá Cameron í nýggjársheilsanini:
-Stjórnin hjá Kirchner, forseta tykist ikki halda, at tit skulu sleppa at gera av, hvat stýri tit skulu hava. Tey halda fram við reingjandi upplýsingum, og tað er býtt. Okkara vón er, at vit kunnu fáa betri viðurskifti við Argentina í framtíðini, sigur Cameron í heilsanini til fólkið í Falklandsoyggjunum.