Eiga 3,4 mió á bók

Í nýggja árinum ætlar sunnasta kommuna okkara – Sumbiar kommuna – at gera íløgur fyri einans 2 mió krónur. Frammanundan fóru 6 mió krónur fleiri til íløgur.

Orsøkirnar til hesa afturgongdina eru fleiri: Í fyrsta lagi eru kommunal virki minkað við 2,2 mió.

Men høvuðsorsøkin til hetta sæst á konto’ini nevnd Almanna- og Heilsumál, har nýggja røktarheimið Hamragarður í Vági hevur áður kravt sítt av fíggjarligu orkuni hjá kommununi.

Annars verður sagt, at tann fíggjarliga støðan hjá kommununi er góð. Kommunan eigur 3,4 mió krónur innistandandi á bók. Tey hava eina langfreistaða skuld uppá 453.000 krónur, eins og ein nýggj lántøka, í samband við røktarheimið í Vági er tikin.

Fíggjarætlanin fyri 2012 javnvigar annars við 8,9 mió krónum, sum eru 6,2 mió minni enn undanfarna árið.

(savnsmynd)