Eiga 100.000 kr. í part uttanlands

547 milliardir krónur ella 100.000 krónur í part. Tað er tað, sum danir áttu til góðar í øðrum londum, tá Tjóðbankin gjørdi upp í summar, og sambært búskaparfrøðingunum er tað tann týdningarmesta orsøkin til, at tað stendur so nógv betri til í Danmark enn í Suðurevropa.

-Tann stóri ágóðin uttanlands er við til at tryggja, at onnur meta okkum sum eina av teimum allarsterkastu búskapareindunum í Evropa og eina sokallaða trygga havn. Tað ger, at onnur leita hendanvegin, og tað er tí, at vit hava so lága rentu í løtuni, sigur Jacob Graven, búskaparfrøðingur hjá Sydbank, við TV2.

Orsøkin til tann stóra ágóðan uttanlands er sambært Jacob Graven, at serliga tær privatu fyritøkurnar selja meiri í útlondum, enn tær keypa.

-Fíggjarkreppan hevur gjørt, at bæði vinnufyritøkurnar og tann einstaki danin goyma pengarnar heldur enn at keypa stórt, sigur hann.