Eiður Smári Guðjohnsen til norskan fótbólt

Íslendska fótbóltslegendan vil spæla seg í form til EM endaspælið komandi summar

Eiður Smári Guðjohnsen, sum er millum fremstu íslendsku fótbóltsspælararnar nakrantíð ætlar at verða í góðum formi til EM endaspælið í Fraklandi komandi summar, sum verður tað fyrsta endaspælið nakrantíð, sum Ìsland tekur lut í.

 

Aftaná 14 dystir fyri kinverska liðið Shijiazhuang Ever Bright áðrenn nýggjár hevur Eiður Smári staðið uttan sáttmála.

 

Men tann trupuleikin er loystur. Eiður Smári skal hetta kappingarárið spæla við norska liðnum, Molde, sum hevur tann kenda Ole Gunnar Solskjær, sum høvuðsvenjara. 

 

37 ára gamli Eiður Smári dylur ikki, at ein av høvuðstonkunum við skiftinum til Molde er, at hann ynskir at spæla seg í form til EM endaspælið í fótbólti, sum verður ein risahending fyri allar fótbóltshugaðar íslendingar.

 

Eiður Smári hevur spælt 84 landsdystir fyri Ísland, og hevur skorað 25 mál í hesum 84 dystunum.

 

Hansara fremstu avrik annars eru við Chelsea, sum hann vann Premier League við í 2005 og 2006, umframt, at hann vann Liga Cup kappingina við Chelsea í 2005.

 

Í 2009 vann Eiður Smári La Liga, Champions League og Copa Del Rey við FC Barcelona.