Barcelona hevur gjørt av at selja íslensdka Eidur Smára Gudjohnsen. Beint áðrenn flytingargluggin stongdi í gjárkvøldið, skrivaðu spælarin og franska Monaco undir ein tvey-ára sáttmála. 30 ára gamli Gudjohnsen verður mettur sum ein av fremstu íslendsku spælarunum nakrantíð, og hevur hann fyrr spælt við PSV, Bolton og Chelsea.










