Eidur Smári hugsar um West Ham

Íslendsku eigararnir av West Ham sigast hava áhuga í at keypa størsta íslendska fótbóltsnavnið. Og tosið verður ikki avvíst av spælaranum sjálvum

Fótbóltur

 

Seinasta árið hevur Eidur Smári Gudjohnssen spælt fótbólt í Barcelona. Men har hevur tó verið alt annað enn lætt at vinna sær fasta spælitíð. Og við keypinum av Henry verður tann uppgávan neyvan lættari í ár.

Og við íslendskum eigarum í West Ham var skjótt, at tosað varð um, at eitt felagsskifti stóð fyri framman. Eitt skifti, sum ikki verður avvíst av pápa Eidur, Arnór, sum sjálvur var ein av stinnastu spælarunum, sum íslendingar nakran tíð hava átt.

- Eidur er skaddur í løtuni, og fyrst og fremst ræður um hjá honum at koma fyri seg. Men hann umhugsar sjálvandi allar møguleikar, sum hann hevur, sigur Arnór við enska SkySport.

- Eg havi hoyrt um áhugan frá West Ham, men har hava so ikki verið nakrar samráðingar enn. Men tað er heilt víst nakað, sum Eidur vildi hugsað um, nú talan er um íslendskan eigaraskap í felagnum, sigur Arnór, sum eisini er umboðsmaður hjá soninum.

 

Vilja ikki selja

Um talan verður um nakran handil, fer tíðin so at vísa. Men í løtuni er støðan so tann, at Barcelona hevur lítlan hug at selja 28 ára gamla áleyparan.

- Teir hava sagt, at tað fyrst og fremst er upp til Eidur sjálvan, hvat hann ynskir at gera. Og teir vilja sum so ikki forða honum, um hann ynskir at sleppa úr felagnum. Men teir siga eisini, at teir eru fegnir um at hava hann í felagnum, sigur Arnór, sum eisini leggur dent á, at hvørki hann ella sonurin hava stórvegis skund við at leggja framtíðina til rættis.