Eiður segði farvæl og græt

Tárini fingu frítt at fara, tá ein tann besti spælarin í íslendskari fótbóltssøgu staðfesti, at kiksaða royndin at koma til HM varð seinasti landsdysturin hansara

 

 

Ísland hevur í dag fleiri profilar í altjóða fótbólti, enn landið nakrantíð áður hevur átt. Somikið sterkt er liðið, at Eiður Smári Gudjohnsen mátti taka til takkar við plássi á beinkinum í fyrra play-off dystinum móti Kroatia, men fáur ivast í, at hann – saman við Asgeir Sigurðvinsson - er besti fótbóltsspælarin, sum grannar okkara hava fostrað.

 

Longu blaðungur var hann saman við brasilslka Ronaldo partur av eini óhugnaliga vandamiklum álopi í PSV Eindhoven, og hóast ein álvarssamur skaði hótti við at steðga yrkisleiðini, so eydnaðist honum at vinna seg aftur. Bolton, Chelsea og Barcelona vóru feløgini, har hann veruliga gjørdi um seg, og seinni hevur talan verið um dystir fyri eitt nú Monaco, Tottenham og Stoke.

 

Hann hevur verið fastur maður og liðskipari á landsliðnum, sum í hesi undankappingini hevur tikið øll á bóli, og var nær við at spæla seg til HM-endaspælið í Brasil. 2-0 tapið á útivølli móti Kroatia steðgaði tó hesum dreyminum, og eftir dystin fingu tárini frítt at fara hjá 35 ára gamla veteraninum.

 

Til samans hevur Eiður Smári spælt 78 landsdystir fyri Ísland, og við 24 málum er hann mest skorandi landsliðsspælarin í íslendskari fótbóltssøgu.