Íslendska fótbóltslegendan, Eiður Smári Guðjohnsen hevur upplivað tað mesta, sum kann upplivast, sum fótbóltsspælari. Hann hevur meistari í báðum teimum best umtóktu fótbóltsligunum í heiminum. Hann hevur verið meistari við Chelsea í Onglandi, og meistari við FC Barcelona í Spania, og hartil meistari við PSV í Niðurlondum. Eiður Smári Guðjohnsen hevur eisini vunnið Champions League við FC Barcelona.
Í summar slapp 37 ára gamli Eiður Smári Guðjohnsen eisini at fáa lut í tí fantastiska íslendska íslendska EM-ævintýrinum, tá hann saman við íslendsku liðfeløgunum rakk einari søguligari EM-fjórðingsfinalu.
Eiður Smári Guðjohnsen hevur spælt sín seinasta landsdyst fyri Ísland, men hann ætlar ikki, at fótbóltsyrkisleiðin skal steðga nú hann er vorðin 37 ára gamal.
Íslendingurin hevur skrivað undir sáttmála við indiska fótbóltsliðið, Pune City, sum spælir í bestu indisku fótbóltsdeildini. Ein onnur norðurlendsk fótbóltslegenda, norski John Arne Riise fer eisini at spæla í bestu indisku fótbóltsdeildini. 35 ára gamli John Arne Riise fer at spæla við liðnum Chennayin.