Eiðis skúli 50 ár

31. oktobur í ár vóru liðin 50 ár síðani skúlin á Eiði varð vígdur. Í tí sambandinum skipar Eiðis kommuna og skúlin fyri hátíðarhaldi komandi leygardag. Á skránni verða m. a. røður, felagssangur og kvøðing. Eisini fara Eiðis ljómfelag og næmingaorkestrið hjá Norðljómi at framføra.

Ein navnakapping hevur eisini verið millum næmingar, foreldur og onnur í skúladøminum um navn á nýggja forskúlanum á Eiði. Vinnarin verður kunngjørdur leygardagin.

Í Eiðis skúla ganga nøkur og 60 børn úr forskúla og upp til 7. flokk. Børnini eru av Eiði, frá Ljósá og úr Svínáum.

Gamli skúlin á Eiði var mitt í bygdini, á leið har sum minnisvarðin er nú.