Eiði gjørt avtalu um líkflutning

Eiðis kommuna og Sólsetur hava gjørt avtalu um líkflutning í samband við jarðarferðir í kommununi.

Eiðis kommuna og Sólsetur hava gjørt avtalu um líkflutning í samband við jarðarferðir í kommununi.

 

- Tá andlát er, útvegar kommunan gravarar og flutning í sambandi við jarðarferðir. Umráðandi er, at avvarðandi ringja og boða gravaranum frá og ringja beinleiðis til Sólsetur fyri at avtala tíð um líkflutning.

 

Lagt verður aftrat, at henda tænasta er ókeypis fyri borgarar í Eiðis kommunu.

 

Umframt koyring við líkvogni hava avvarðandi eisini møguleika at bíleggja kistu, blómur, kransar, sanghefti og annað í samband við jarðarferð.

 

Tað er nógv, ið skal gerast, tá ein jarðarferð skal fyrireikast. Í slíkari støðu kann vera trupult hjá avvarðandi at hava yvirskot til eisini at taka sær av øllum tí praktiska.

 

- Allar slíkar uppgávur kunnu avtalast við Sólsetur, men tað, ið verður bílagt av tænastum út yvir líkflutningin, skulu avvarðandi sjálvi gjalda fyri, sigur Eiðis kommuna.