Í 2016 fer Eiðis kommuna, sum júst hevur fingið nýggjan fótbóltsvøll í Hólmanum, í holt við at byggja eitt ítróttarhús við vøllin. Hetta verður samstundis eitt bygdahús, eins og møguleikar verða skaptir at rúma frítíðarskúla.
- Í húsinum verður stórt veitsluhøli, sum kemur at rúma umleið 300 fólkum, og her verður ídnaðarkøkur. Haraftrat verður eitt umleið 100 fermetra stórt fitnessrúm til fólkið í kommununi at brúka.
Eitt annað, sum kommunan eisini er í holt við, er at umskapa fimleikarhøll, skiftirúm og goymslurúm í skúlanum til ein mentanardepil. Tá kommunan eisini hevur ítóttarhøll, er ikki so nógv brúk fyri fimleikarhøll.
Tí verður hesin parturin av skúlanum nú umbygdur til ein mentanardepil, har skiftirúmum og goymslurúm eru umbygd til venjingarhøli til musikkskúlan og møguligar tónleikabólkar at brúka.
- Haraftrat kemur sjálv fimleikarhøllin, sum liggur beint við, at hava á leið somu karmar og møguleikar sum eitt annað og minni mentanarhús við sitiplássum til umleið 200 fólk.
Borgarstjórin heldur, at hetta er ein hóskandi stødd av slíkum húsi í Eiðis kommunu.
- Koma eini 40-60 fólk til eina framførslu, fara hølini ikki at tykjast so tóm, tá talan ikki eru um eina velduga stóra høll, men heldur um eina passaliga høll eftir okkara mátistokki her í kommununi, sigur Jógvan í Skorini.