Eidesgaard vs Kallsberg. Kallsberg bombaði Eidesgaard niður í fjør. Nú fekk viðingurin eitt uppercut frá tvøramanninum. Men tá elefantarnir berjast - oyðilegst grasið

Tey fægstu trúðu, at George Foreman kundi tapa! ??Hann var bæði ungur og sterkur og stríðshugaður.

Mótstøðumaðurin, Mohamed Ali, var eldri og veikari. Og í fleiri ár hevði hann bara boksað ein avgerandi dyst – sum hann tapti.
Tí sá tað á pappírinum ikki út sum ein spennandi dystur, tá hesir fóru í ringin í Kinshasa í tí táverandi Zaire í 1974.
Men við sínum sjáldsomu retorisku gávum pumpaði Ali kortini henda dystin upp til at vera aldarinnar hending. Allur ítróttarheimurin var á gosi, og øll fylgdu við.
"Eg sveimi sum ein summarfuglur og stingi sum ein bi", segði Ali áðrenn teir fóru til Afrika, heimspartin har báðir høvdu sítt upphav, at boksa dystin, sum fekk tað legendariska heitið "The Rumble In The Jungle". ?
Tað byrjaði, sum tey flestu høvdu væntað. Ali varð bankaður sundur og saman. Fleiri 100 dundursløg brustu inn í síðuna, livrina og høvdið á honum. Men hann stóð lenaður móti togunum - og hann datt ikki. Og tann provokerandi kjafturin gekk alla tíðina. ?
Tey flestu bíðaðu bara eftir at Ali varð sendur til teljing - til hann, í áttanda umgangi, fær givið Foreman, sum er pøstur av øllum sløgunum hann hevur givið, eitt giftugt upper-cut við vinstru. Og tá so Foreman, við ongari orientering, er sligin upp í rætta støðu, kemur dreparaslagið: Høgri nevi á Ali brestur sum toran inn í andlitið á honum. ?
Liðugt! ?
Ali var blivin bankaður - men knappliga var tað Foreman, sum lá og grulvaði groggy á gólvinum. Og tá hann endiliga reisti seg hevði dómari talt upp í tíggju. ??Knock Out! ?
Ali hevði ikki verið so illa fyri, sum tað sá út. Hann lat Foreman brúka sínar kreftir, samstundis sum hann østi hann upp við sínum freka málbrúki. Og Ali høgdi ikki sjálvur til fyrr enn tann rætta, avgerandi løtan var komin.

Eidesgaard móti Kallsberg
Í 35 ár hevur henda fantastiska søgan hugtikið menn um allan heim. Tí hon hevur alt, sum bergtekur flestar menn. Tað var maður móti manni. Tað var styrki. Stríðshugur. Dirvi. Strategi. Taktikkur. Og tað var tann frekari og tann snildari, sum vann.
Søgan er eisini hugtakandi, tí slíkir dystir verða, í eitt sindur fluttari merking, boksaðir alla staðni og alla tíðina. Ikki minst í tí eirindaleysa politiska boksiringinum.
Og stríðið vit nú síggja millum Anfinn Kallsberg og Jóannes Eidesgaard í sambandi við fíggjarlógina, er eitt frílíkt dømi um "a rumble in the jungle".
Kallsberg hevur farna árið verið í handskunum hjá George Foreman. Líka síðani Eidesgaard kom upp í ringin sum fíggjarmálaráðharri, hevur Kallsberg bombað hann niður. Tá Eidesgaard í fjør kom inn í boksiringin við sínum fíggjarlógaruppskotið, høgdi Kallsberg tað niður. Skúli, útbúgving, gransking - alt bleiv, um ikki kvalt, so skert undir betongsekkjunum hjá Kallsberg. ?
Síðani hevur Eidesgaard staðið lenaður upp ímóti togunum - so groggy, at sjálvt hansara mest trúføstu viðhaldsfólk, sambært síðstu veljarakanning, hava vent honum baki. Tí í boksing og politikki snýr tað seg ikki um at vera við. Í boksing og politikki er vinnarin alt og taparin einki.
Men Eidesgaard er ikki knockoutaður enn. Hann er enn í fíggjarmálaráðnum - hann er enn í ringinum. ??Og við hesum fíggjarlógaruppskotinum roynir hann, sum Ali á sinni, at sveima sum ein summarfuglur og stinga sum ein bi. Nú skal Kallsberg fyrst øsast upp og sláa seg troyttan - og síðani knallast niður. ?
Snildur spindoktari
Vit hava hoyrt og sæð spinnið í pressuni. "Fólkaflokkurin vil hava tunlar - men vit halda ikki tíðina vera ta røttu, nú so nógv mugu taka á seg eyka byrðar", sigur Eidesgaard.
Og Kallsberg hevur sæð út sum ein sterkur, men klossutur George Foreman, tá hann hevur roynt at vart sín stóra tunnilssigur frá í fjør. ??Kallsberg hevur størri politiskar musklar - men argumentini hjá Eidesgaard sveima sum summarfuglar í lotinum: "Vit skerja so nógvastaðni. Vit mugu sýna ábyrgd. Samhaldsfesti."
Undir viðgerðini av fíggjarlógini týsdagin gav Eidesgaard retorikkinum eina skrúvu afturat: ”tað snýr seg um tunlar contra vælferð… Tað snýr seg um politiska samvitsku.” ??Eidesgaard talar til rættvísiskensluna - og hann roynir ikki bara at fáa Kallsberg at síggja út sum ein mann, sum vil raðfesta betong. Hann roynir at fáa Kallsberg at síggja út sum ein mann, sum er gjørdur úr betong. ??Eidesgaard er farin í valstríð. Og taktikkurin er klárur sum vatn: Set X við lista A – set X við tunlar. Set X við lista C – set X við vælferð.
?Um tað fer at eydnast Eidesgaard at geva Kallsberg eitt uppercut við vinstru hond, veldst um gongdina í fíggjarnevndini. Verður tað hesaferð Eidesgaard, sum fær andstøðuna í sín part, so blívur Kallsberg groggy. ??Og klárar Eidesgaard at fáa sína fíggjarlóg gjøgnum tingið við hjálp frá bæði andstøðuni og einum parti av Fólkaflokkinum - so verður tað tann beinleiðis høgri, sum sendir Kallsberg í gólvið til knock out. Og Eidesgaard, sum hevur fingið so nógv sløg í kroppin farna árið, stendur sum vinnarin.
Eingin leiðsla
Hesin boksikampurin er sanniliga undirhaldandi at hyggja at. Júst sum tann veruliga Rumble In The Jungle - so hevur hetta stríðið millum fíggjarmálaráðharran og formannin í fíggjarnevndini nógv áhugaverd element, sum altíð, so ella so, spæla inn, tá menn stríðast við menn.
Slíkt er áhugavert at hyggja at hjá tí, sum er áhugaður í politiskari strategi, politiskum taktikki og sálarfrøði.
Men tað er syndarligt, at hesin boksikampurin sleppur at verða boksaður fyri opnum tjaldi á føroyska politiska leikpallinum.
Ein stjórn má hava eina leiðslu - akkurát sum eitt skip má hava ein skipara.
Og at boksikampurin sleppur at halda fram er prógv um, at eingin leiðsla er.
Samgongan er eitt hús, sum er í stríði við seg sjálvt. Ein sigur vinstra, annar sigur høgra. Ein sigur upp, annar sigur niður.
Uppskotið til fíggjarlóg er ikki ein politisk kós, sum samgongan er samd um. Tað eru nøkur uppskot - nakrar proklameringar - sum lagdar verða fyri tingið at stríðast um.

Órealistiskar raðfestingar
Okkum í Tjóðveldinum dáma fleiri av raðfestingunum í uppskotinum. Sjálvur fegnist eg um íløgur sum t.d. Skúladepil í Marknagili, tjóðleikhús og eftirskúla.
Men uphæddirnar eru smáar í ár. Og tað er stroydd ein rúgva av smáum upphæddum her og har í uppskotinum, so øll halda seg fáa sítt. Men skal alt setast í gongd, fer tað at krevja íløgur fyri yvir 600 milliónir í 2011!
Og øll vita, at tað ikki ber til.
Raðfesting er kjarnan í tí politiska handverkinum. Men Landssýrið hevur ikki vilja ella hegni ella dirvi til at raðfesta yvirhøvur. At parkera nakrar tunlar er bara ein politisk markering. Tí sannleikin er, at hetta hongur ikki saman kortini.
Fíggjarlógaruppskotið er ikki eitt sjókort, sum siglast skal eftir. Tað er eitt valupplegg hjá Javnaðarflokkinum. Tað kann samanberast við tær plakatir, sum hanga uppi á pelunum vikuna áðrenn val.
Tað passar ikki, at Kallsberg er gjørdur úr betong. Tað passar heldur ikki, at Eidesgaard er jólamaður.
Tað, sum passar, er at Eidesgaard førir valstríð gjøgnum fíggjarmálaráðið.
Tá elefantarnir berjast...
Eitt orðatak sigur at "tá elefantarnir berjast - so oyðilegst grasið."
Tað er hetta , sum hendir. Boksikampurin millum samgongunar sterku menn er oyðileggjandi fyri tað, sum skal grógva í landinum.
Tað átti ikki at borið til.
Vit áttu at havt ein politiskan leiðara í landinum...