Jóannes Eidesgaard sigur í almennari fráboðan, at landsstýrið hevur dagligt samskifti við danskar myndugleikar um málið, og at ein loysn verður funnin, um ikki nóg høgt boð fæst fyri bankan.
Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, harmast ta óvissu, sum er íkomin eftir at Fíggjarligt støðufesti við síni fráboðan á tíðindafundi hósdagin 17. november, hevur lopið óneyðugan hvøkk á bæði kundar í Eik Banka Føroya og føroyingar yvirhøvur.
Nevndarformaðurin í Fíggjarligt støðufesti staðfesti á tíðindafundi, hvør uppgávan hjá felagnum var og lýsti, hvussu tann verst tonkiliga støðan sá út.
Í dag er støðan, at Fíggjarligt støðufesti roynir - sum felagið er bundið til - at selja bankan.
- Enn vita vit ikki, hvørjir áhugaðir keyparar eru, men Eik Banki Føroya hevur so stóran týdning fyri føroyska samfelagið, at vit undir ongum umstøðum koma í ta verst tonkiligu støðuna, sum nevndarformaðurin í Fíggjarligt støðufesti lýsti, sigur Jóannes Eidesgaard.
- Um eingin keypari hevur nóg høgt boð upp á Eik Banka Føroya, tá sølufreistin er farin, so verður ein onnur loysn funnin. Eik Banki Føroya verður ikki niðurlagaður sum banki við teimum fylgjum, sum tað hevði fingið fyri føroyska samfelagið, sigur hann.
Fíggjarmálaráðið hevur dagliga samskifti við danskar myndugleikar um gongdina í málinum viðvíkjandi Eik.










