Jóannes Eidesgaard sigur við Kringvarpið í morgun, at hann er væl nøgdur við úrslitið av semjuni, sum varð gjørd tíðliga í nátt. Tað gjørdist ikki til ta null loysn, sum tað almenna miðaði ímóti í lønarsamráðingunum á almenna arbeiðsmarknaðinum.
Men eitt prosent er so nær við null sum tú næstan kanst koma, so á tann hátt eri eg væl nøgdur við úrslitið, sigur Jóannes Eidesgaard.
Tað var serliga tvey ára sáttmálaskeiðið í fyrra semingsuppskotinum, sum tað almenna ikki kundi góðtaka.
Tú kanst sjálvandi siga, at tað hevði skapt størri frið á arbeiðsmarknaðinumj við einum tvey ára sáttmála, men sum tíðirnar eru beint nú mettu vit tað ikki ráðiligt at gera sáttmála fyri meiri enn eitt ár fram, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann sigur, at tá vit koma fram móti næstaheysti kenna vit betri støðuna í landinum og hvussu langt landið kann strekkja seg í lønarsamráðingunum.
Í hvussu er verður einki verkfall ella verkbann á hesum sinni.