Eidesgaard stendur fast: Hallið skal ikki økjast

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum staðfestir, at sama, hvat samgongan ger við kravið frá Javnaðarflokkinum um at viðgera allar almennar íløgur á samgongufundi, skal hallið á fíggjarlógini í ár ikki økjast

- Hallið á fíggjarlógini í ár er ivaleysa stórt.

Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum staðfestir, at sama, hvat samgongan ger við kravið frá Javnaðarflokkinum um at viðgera allar almennar íløgur á samgongufundi, skal hallið á fíggjarlógini í ár ikki økjast.

Hann staðfestir, at fíggjarnevndin hevur skorið av rakstrinum og lagt yvir á íløgurnar. Tí skilir hann, at partarnir nú heldur vilja halda aftur við einstøkum íløgum og so ístaðin økja um ymsar rakstrarútreiðslur, sum hava fingið sera óhepnar avleiðingar á almanna- og mentaøkinum, soleiðis sum John Johannessen vísir á í greinini omanfyri.

- Men vit hava ongar sum helst ætlanir um at økja um útreiðslurnar og tí skal úrslitið verða útreiðsluneutralt. Tað merkir, at verða útreiðslur øktar á einum øki, skulu sparingar gerast á onkrum øðrum øki, sigur landsstýrismaðurin.

Tað staðfesti hann í tinginum í morgun, tá ið tinglimir fregnaðust um støðuna.

Hann vísti eisini, at ongin veit, hvussu tey næstu árini vera og tí er neyðugt at vera varin at seta íløgur í gongd, sum eisini krevja stórar íløgur tey næstu árini.

John Johannessen vísti á, at tær íløgur, sum føra til mest arbeiði, eru ábøtur á, heldur enn at gera tunlar og vegir, sum ikki kasta nógv arbeiði av sær.

Les eisini greinina: Javnaðarflokkurin vil ikki trumlast niður