Eidesgaard onga viðmerking

Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri, vil ikki siga, hví hann í tvey ár á rað ikki hevur tikið lut í skrúðgonguni á ólavsøku. Rás2 bað hann í gjár um eina viðmerking, men hann vil einki siga.

Miðlarnir í Miðlahúsinum settu sær fyri eftir ólavsøku at fáa greiði á hesum og hava seinastu vikurnar roynt at fingið fatur á Jóannes Eidesgaard, men tað hevur ikki eydnast fyrr enn nú, hann er komin heimaftur.

Ætlanin var at spyja hann, hví hann ikki hevur verið við í skrúðgonguni, síðani Kaj Leo Johannesen gjørdist løgmaður. Ætlanin var eisini at spyrja hann, um tað er so, at hann ikki vil ganga aftan fyri Kaj Leo Johannesen, og um hann púrasta boykottar skrúðgonguna og heldur ikki ætlar sær at verða við í skrúðgonguni næsta ár.

Danski uttanríkisráðharrin, Lene Espersen, er komin illa fyri, tí hon ikki møtir til fundir og aðrar uppgávur, sum hon eigur at røkja sum ráðharri. Kritikkurin móti henni er so ógvusligur, at hon í útlendskum bløðum verður skírd heimsins vánaligasti uttanríkisráðharri.

Eisini hesa samanbering, ætlaðu vit at spyrja Jóannes Eidesgaard um. Men umvegis sms fáa vit bara at vita, at fíggjarmálaráðharrin hevur onga viðmerking.