Eidesgaard hevur álit á Johan Dahl

Løgmaður, Jóannes Eidesgaard, sigur seg ikki hava nakra orsøk til at halda, at Johan Dahl ikki er skikkaður til ein landsstýrissess. Fólkaflokkurin sigur, at endaliga avgerðin um landsstýrisessin hjá fyrrverandi stjóranum á Vágs Skipasmiðju liggur hjá løgmanni Jóannes Eidesgaard

Fyrsti knúturin í nýggju ABC-samgonguni er veruleiki. Ivasama fortíðin hjá Johan Dahl á Vágs Skipasmiðju spøkir og spurningurin verður reistur um Johan Dahl er skikkaður til at gerast landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Útvarpið Føroya førdi fram mánakvøldið, at veðhaldsgrunnurin misti 74, 9 mio krónur upp á Vágs Skipasmiðju í árunum.
Løgmaður, Jóannes Eidesgaard, vil ikki gera stórvegis viðmerkingarnar ivasomu fortíðina hjá Johan Dahl.
?Tað stutta av tí langa er, at Sambandsflokkurin hevur mælt til Johan Dahl sum landsstýrismann í fiskivinnumálum og vanlig praksis er at fylgja tilmælunum hjá teimum ymisku flokkunum. Teir hava víst honum álit og eg síggi onga grund til at halda, at hann ikki er egnaður til ein landsstýrissess, sigur Jóannes Eidesgaard.

Borðið hjá Eidesgaard
Í Fólkaflokkinum siga teir seg hava ein greiða hugsan um ivasomu fortíðina hjá Johan Dahl. Flokkurin vil kortini ikki siga, hvør støðan er, men vísir til løgmann Jóannes Eidesgaard, sum hevur seinasta orðið í málinum. ?Jóannes Eidesgaard má gera av um somu reglur sum galda fyri Johan Dahl sum Anfinn Kallsberg, sigur Óli Breckmann.
Fólkaflokkurin hevur ikki viðgjørt málið innanhýsis, men bíðar eftir støðuni hjá Jóannesi Eidesgaard í málinum