Eidesgaard fegnast um rentulækking

Fíggjarmálaráðharrin fegnast um, at BankNordik fer at lækka útlánsrentuna. Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri, hevur fleiri ferðir funniast at almenta, at bankarentan, og serliga sethúsalánsrentan, er alt ov høg. Seianst gjørtdi hann vart við hetta í útvarpinum um vikuskiftið.

Og nú bankin hevur lækka rentuna, fegnast fíggjarmálaráðharrin:

- Tað er at fegnast um, at BankNordik fer at lækka útlánsrentuna, sigur hann.

Janus Petersen, bankastjóri, segði tó við útvarpið í gjár, at kritikkurin hjá Jóannes Eidesgaard ikki var orsøkin til hetta stigið hjá bankanum.

Lægsta rentan á bústaðarlánum hjá BankNordik lækkar frá 1. mars at rokna úr 5,80 prosentum niður í 4,75

prosent.