Eidesgaard: Bakbit frá Sambandinum

Við útspælinum um at tiðna blokkin og fáa umleið 110 milliónir eyka krónur í landskassan økir Sambandið um trýstið á Eidesgaard, sum skal verja stóru skerjingarnar á komandi fíggjarlóg. Fíggjarmálaráðharrin kennir seg bakbitnan av Edmundi Joensen og kompaní

Ríkisveiting

Heini í Skorini

heini_skorini@yahoo.com


- Eg kenni hetta sum eitt bakbit frá Sambandsflokkinum.

So greiður er fíggjarmálaráðharrin, sum í gjár boðaði sínum danska starvsbróðuri frá, at árliga ríkisveitingin verður verandi óbroytt. Fráboðanin kom í Degi og Viku týskvøldið eftir hart samgongustríð seinastu dagarnar, tí Sambandsflokkurin fyrr í vikuni boðaði frá, at ríkisveitingin skuldi verið prístalsregulerað, soleiðis at hon fylgdi prísvøkstrinum í samfelagnum annars. Við afturvirkandi megi, tað vil siga um roknað verður aftur til 2002, tá fullveldissamgongan fastfrysti blokkin, kundi ein tílík prístalsregulering vunnið landskassanum um 110 milliónir krónur.


Bakbit

Tann fyrra ABC samgongan varð samd um at varðveita hesa fastfrysting í 2004. Sambandsflokkurin hevur alla tíðina viljað tiðnað blokkin, men tað hava Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin ikki viljað. Báðir flokkarnir hava meldað út, at loysnin á trongu búskaparliga støðuni ikki er at biðja danir um størri blokkstuðul, og at útspælið frá Sambandsflokkinum harafturat er í stríð við samgonguskjalið.

Nú stendur samgongan yvir fyri einum halli á komandi fíggjarlóg, sum fer at tátta í milliardina. Og stóra avbjóðingin hjá samgonguni verður at verja stóru skerjingarnar, ikki minst á vælferðarøkinum.

Tí harmast fíggjarmálaráðharrin og formaðurin í Javnaðarflokkinum um framferðarháttin hjá sínum samgongufeløgum í Sambandsflokkinum. Jóannes Eidesgaard brúkar orð sum “bakbit” og undrast serliga á “timingina”, tá hann tá hann skal seta orð á ósemjuna.

    - At Sambandið velur at koma við hesum útspæli, beint áðrenn fíggjarlógin verður løgd fram, og at Edmund nú fer solo klokkan fimm minuttir í tólv, hevur gjørt samgonguna veikari, sigur Jóannes Eidesgaard.


Trýstið økist

Javnaðarflokkurin er í tungum sjógvi í veljarakanningunum og fekk einans 14% í Gallup kanning fyri fáum vikum síðani. Flokkurin situr við fíggjarmálum, og nú stórar sparingar eru fyri framman, sum skulu verjast yvir fyri veljarunum, kann trýstið á flokkin økjast. Og við útspælinum frá Sambandsflokkinum kann Eidesgaard koma at standa meiri einsamallur, tá ákoyringarnar um skerda vælferð fara at skola oman yvir samgonguflokkarnar í komandi tíðum. Jóannes ásannar, at Javnaðarflokkurin stendur yvir fyri eini stórari avbjóðing.

    - Lat meg siga tað soleiðis, at hetta hevur í øllum førum ikki linkað um trýstið á Javnaðarflokkin. Men hinvegin verður hallið somikið stórt, umleið 800 milliónir krónur, at ein prístalsregulering av blokkinum als ikki loysir teir trupulleikar, sum føroyska samfelagið stendur yvir fyri, sigur Jóannes Eidesgaard.


Skeiv tøl

Fíggjarmálaráðharrin undrast eisini á, at Sambandið uttan at blunka tosar um 110 milliónir eyka krónur í landskassan, um blokkurin varð tiðnaður. Men hendan upphæddin er einans røtt, um danir vóru sinnaðir at prístalsregulera blokkin við afturvirkandi megi heilt aftur til 2002, tá blokkurin varð frystur. Tað hevði verið ein samráðingarspurningur, og tað væntar fíggjarmálaráðharrin ikki, at danir høvdu verið sinnaðir til.

    - Danir hava sjálvir eitt undirskot á 86 milliardir krónur og høvdu neyvan givið okkum meiri pengar, um vit nú boðaðu frá, at semjan frá 2004 skal broytast.