At Eiðisbygd fyrr í summar varð kosin best røkta bygd í Føroyum í kappingini, ið Ferðaráð Føroya saman við øðrum stovnum og myndugleikum skipar fyri, vildi bygdaráðið ikki lata fara aftur við borðinum uttan skipa fyri einum tiltaki í takksemi til bygdafólkini, ið eiga æruna av heiðrinum, men ikki minst fyri at undirstrika, at tað loysir seg at rudda upp eftir seg.
Bíðað hevur verið til skúlagongdin og harvið vanligi gerandisdagurin byrjaðu aftur, og mikudagin í farnu viku var so tiltakið í góðum veðri og mest sum alt bygdafólkið savnaðist saman fyri at hugna sær eina løtu. Bygdaráðið syrgdi fyri, at øll børnini fingu hvør sína troyggju við búmerkinum hjá kommununi á umframt áskrift, ið vísir til best røktu bygd, og onnur kundu keypa sær eina troyggju fyri ein bíligan penga. Og sum skilst hevur verið stórur gravgangur eftir hesum litríku troyggjunum, ið eru úr góðari dygd.
Sverri Egholm, fyrrverandi landsbókavørður, helt sum gestarøðari eina góða røðu, álvarsama um somu tíð sum skemtiliga. Knút Vesturdal og Jógvan í Løðini, báðir undangongumenn í bygdini, søgdu somuleiðis nøkur orð.
Kvøldið byrjaði við, at skúlabørn sungu tvey løg, Hans Jákup í Kollsbyrgi, bygdaráðsformaður, beyð vælkomin, og síðani sluppu bygdafólkini til borðs, har borðreitt varð við kaffi og wienarbreyði.
Eiðisfólk eru trúgv. Leygarkvøldið fyri skipaði EB fyri einum tiltaki, har rættiliga fitt av fólki var møtt upp. Fólk stúrdu tí fyri, at ikki so nógv fóru at savnast um tiltakið í sambandi við best røktu bygd. Men uppmøtingin var sera góð.
Gamalt at fara væl um
At Eiði er ein ruddilig og væl røkt bygd, er ikki nakað, sum er knappliga komið á fólk.
- Tað er rættiliga gamalt, at bygdafólkini gera nógv við at halda bygdina reina og ruddiliga. Minnist meg rætt gongur tað aftur til seksti árini, at fitt hevur verið gjørt við ruddingina í bygdini. Frá mínum barnaárum minnist eg eisini, at umframt høvuðsreingerðina innandura, varð eisini farið út í bygdina at taka upp, sigur Hans Jákup í Kollsbyrgi.
- At fáa tey yngru at taka við er týdningarmikið. Foreldrini eiga fyrst og fremst uppgávuna at læra børnini slíkt, og so eigur skúlin at taka við. Sjálvsagt er ringt at fáa øll at taka undir við ruddingini. Eitt nú harmar tað okkum almikið, at bilførarar ikki so sjáldan tøma øskubikørini á økinum beint framman fyri kirkjuna leygarkvøld. Degnurin plagar tá at fara út at taka upp sunnumorgun, áðrenn kirkjufólkið kemur.
Hvønn týdning hevur tað fyri tykkum at verða kosin best røkta bygd?
- Tað er altíð stuttligt at síggja, at tað er reint og ruddiligt rundan um ein. Vit hava fingið henda heiðurin, men hann førir eisini við sær eina ábyrgd, og hana mugu vit taka til okkum.
Á Eiði hevur hotell verið í fleiri ár, og sum skilst hevur fitt av fólki vitjað har í summar.
- Vit hava ikki ampa av ferðafólkunum, men vit kundu hugsað okkum at fingið betri toilettviðurskifti. Bert eitt toilett er á økinum, har bilar og bussar við ferðafólki vanliga steðga á. Tað gongur, tá ið fá fólk eru, men so skjótt bussur kemur við nógvum fólki, er tað ov lítið. Kommunan hevur ætlanir um at bøta um hesi viðurskiftini, sigur Hans Jákup í Kollsbyrgi.