Eiðis kommuna hevur keypt eina ogn við ástandandi húsi beint við Korndalsbýlið.
Við keypinum sigur kommiunan seg fáa fjøllbroyttar bústaðarmøguleikar, samstundis sum økið framtíðartryggjar Korndalsbýlið á Eiði.
Húsið, ið er keypt fyri tvær milliónir krónur, skal umbyggjast til eldraíbúðir. 1,5 millión er sett av á fíggjarætlanini fyri 2021. Mett verður at 1,5 mió er nóg mikið til at gera tvær íbúðir í miðhæddini lidnar.
4-6 íbúðir fáast í húsinum upplýsir Eiðis Kommuna á heimasíðu sínari.
Við at keypa ognina sigur kommunan seg eisini hava framtíðartryggjað Korndalsbýlið. Kommunan hevði ógvuliga avmarkaðar møguleikar at byggja Korndalsbýlið út, men hetta gevur munandi betur møguleikar at byggja út norðeftir.