Eiðis Bóltfelag fyllir runt

Mánadagin fyllir Eiðis Bóltfelag, EB, 90 ár. Í hesum árinum verður aftur farið undir at spæla hondbólt á Eiði

Føðingardagur

Eiði:Ejde Boldklub sá dagsins ljós 24. februar 1913. Felagið fekk navnið EB og hevur tað enn, hóast navnið nú er Eiðis Bóltfelag.
Mánadagin eru sostatt liðin 90 ár, síðan felagið varð stovnað. Og tað verður hátíðarhildið við eini stovningarveitslu, sigur núverandi formaðurin í EB, Olaf Fríðheim.
Men føðingardagsveitslan verður tó ikki hildin sjálvan føðingardagin, uttan verður flutt ein mánað til tann 22. mars. og tað hevur sína orsøk. Hølisviðurskiftini.
Ætlandi skuldi nýggja ítróttarhøllin standa liðug nú um vikuskfitið. Freistin var í grundini í gjár, sigur Olaf Fríðheim. Men sum so ofta er, er okkurt, sum ikki rakk fram til tíðina. So avgjørt er at flyta hátíðarhaldið ein mánað.
Sjálvandi stendur EB húsið í bygdini, men tað er stutt og greitt tov lítið til tað tiltak, ætlað er, sigur formaðurin. Karmurin um borðhald og tað, har til hoyrir, verður ítróttarhøllin, meðan so verður farið oman í EB húsið at dansa aftaná, sigur formaðurin.
Innbjóðingar eru sendar øðrum ítróttarfeløgum og stuðlum hjá EB, eins og roknað verður við, at til eina slíka veitslu fer nógv fólk at vilja vera við.
Olaf Fríðheim sigur um virksemið hjá EB, at mest er tað fótbóltur í løtuni, og hann varð fyri nøkrum árum síðan lagdur saman við Streymi í kenda felagsliðið EB-Streym.
?Men á seinasta aðalfundi hjá Eiðis Bóltfelag varð hondbóltsnevndin endurstovnað. Farið verður av álvara undir at spæla hondbólt aftur, nú ítróttarhøllin við øllum sínum møguleikum srtendur liðug, sigur formaðurin í Eiðis Bóltfelag.
Nýggja hondbóltsnevndin hjá Eiðis Bóltfelag verður kvinnustýrd. Nevndarlimirnir eru Sigga Vesturtún, Elin Vesturdal og Jastrid Andreasen. Tað verður, sum vera man, eingin kappingarhondbóltur í vár, nú kappingin er so langt komin, men í heyst verður av álvara farið undir aftur hondbólt í gomlu hondbóltsbygdini Eiði.
?Grundin til, at hondbólturin heilt helt uppat á Eiði var tann, at venjingarumstøðurnar vóru so vánaligar, og trupult var at koma til venjing, sum gekk fyri seg í høllini á Skála.
Hinvegin eru møguleikar at skipa fyri øðrum smærri tiltøkum soleiðis beinanveg, høllin letur upp. Sum eitt nú innandura fótbóltskappingum og borðtennis, sum eisini var frammalaga á Eiði ta tíð, tað var, men sum nú trívist sera væl í Sundalagnum.
Eru tað kvinnurnar, sums týra hondbóltinum á Eiði, er tað hinvegin ein mansstýrd høvuðsnevnd í EB. Ikki tí, sigur Olaf Fríðheim. Nevndin, sum sat undan okkum, var ein kvinnunevnd, men tær hava nú lagt frá sær eftir at hava sitið fleiri skeið.
Teir, sum í dag manna nevndina í Eiðis Bóltfelag saman við Olafi Fríðheim formanni, eru Magnus Magnussen, næstformaður, Hans Jákup Johansen, kassameistari og Kaj Joensen, skrivar.