Ì gjár, 23. februar vóru liðin 100 ár síðani Eiðis Bóltfelag, EB var stovnað.
Seinastu árini hevur EB, sum felag bara staðið fyri hondbóltinum. Tey sum spæla fótbólt, spæla fótbólt við EB/Streymi. Ì ár eru 20 ár liðin síðani EB/Streymur gjørdist veruleiki.
Forkvinna í EB er Sunnvá Vesturdal. Rás2 fekk orðið á Sunnvá Vesturdal fyrr í dag. Tað ber til at hoyra prátið við Sunnvá Vesturdal undir greinini.
À myndini sæst vøllurin á Møluni á Eiði, sum av mongum útlendingi hevur verið skýrdur at verða fótbóltsvøllurin við tí mest sjáldsama umhvørvinum.