Mikudagin varð p/f Norðís 2011 stovnað við Símun Peter Jacobsen í Runavík sum stjóra.
Endamálið við felagnum er at reka virksemi innan fiskivinnu og ídnað. Í hesum liggur eisini framleiðsla av fiski, keyp, sølu, ráðgeving, luttøka í fíggingarvirksemi í hesum sambandi, og at reka annað virksemi í hesum sambandi.
Í nevndini í Norðís 2011 sita Árni M. Dam á Norðskála sum er formaður; Hálvdan Gudmundsen í Sandavági; Bartal Dulavík í Aabybro og Mary-Ann Thomsen í Havn.
Sambært Skráseting Føroya er partapeningurin 2 milliónir krónur.
Einki verður tó sagt um, júst nær virkið fer at taka ímóti fiski.