Elfelagið SEV økir um vatnorkuna. Leygardagin var Eiði III verkætlanini tikin í nýtslu.
Vatnið eystantil á Norðureysturoynni fer nú í Eiðisvatn. Tað verður leitt gjøgnum tunnlar, sum boraðir eru gjøgnum oynna. Talan er um økið frá Vesturdalsá og norður eftir við vestara armi á Funningsfirði.
Leygardagin lat umboðsnevndarformaðurin hjá SEV inntakið í Versturdalsá upp, og harvið varð Eiði III verkætlanini alment tikin í nýtslu.
Hátíðarhaldið í samband við at verkætlanin varð tikin í nýtslu byrjaði við umboðsnevndarfundi á Eiði leygardagin.
Á fundinum varð millum annað sagt frá ætlanini, áðrenn farið varð við bili inn Millum Fjarða. Tyrlan hjá Atlantsflog fleyg síðan fólkið niðan til vatninntakið í Vesturdalsá, har umboðsnevndarformaðurin beindi vatnið í tunnilin, sum nú leiðir tað í Eiðisvatn, haðani tað aftur gjøgnum turbinuna niðri í Barmi verður til elektriskan streym.
Eftir at vatnið varð tikið úr Vesturdalsá, varð samkoma fyri innbodnum í Runavík.