Eiði er við

Tom Joensen, formaður í trivnaðarnevndini hjá Eiðis kommunu, staðfestir, at Eiðis kommuna er opin fyri møguleikanum, at skipa Sundalagið og Eiði í eitt skúlaøki

Eiðis kommuna er opin fyri einum dialogi um skúlarnar í økinum, men tað skal ikki bara vera Sunda kommuna, ið er at fundunum.

- Sunda kommuna hevur eitt uppskot at hava tveir skúlar í øllum økinum. Soleiðis at skúlarnir á Oyrarbakka og Eiðis skúli eru teir, ið verða nýttir. Somuleiðis hugsa tey at hava barnaskúlan har suðuri og eldru børnini har norðuri. Hetta vilja vit síggja burtur frá, tí tá veruligu fundirnir byrja, so skal pappírið vera blankt, sigur Tom Joensen, formaður í trivnaðarnevndini í Eiðis kommunu.

Rólant Poulsen tekur undir við hesum.

- Tekur tú børnini úr eini bygd, so avtoftar tú hana. Og tað vilja vit sjálvandi ikki, sigur hann.

Kim Durhuus, borgarstjóri í Sunda kommunu, greiðir somuleiðis frá, at pappírið skal vera tømt, tá fyrsti fundurin í nevndini fyri skúlaøkið verður.


Smáu børnini

Limirnir í Sunda- og Eiðis kommunu, eru eisini rørandi samdir um, at tað verða smæstu børnini, sum vera økið, ið er størsta avbjóðingin í tilgongdini til eitt skúlaøki á Eiði og í Sundalagnum.

- Vit kunnu koma í støðuna, at børnini frá fyrsta flokki fara av bygdini í skúla, og tað vilja vit treyðugt, sigur Rólant Poulsen.

Kim Durhuus dugir eisini at síggja hendan trupulleikan.

- Tað verður torført við smæstu børnunum. Tað verður ein spurningur, hvat foreldur og so framvegis vilja gera við smæstu børnunum.


Hini mangla pláss

Kommunustýrislimirnir í Eiðis kommunu, leggja eisini stóran dent á, at Eiðis kommuna ikki hevur nakran trupulleika við verandi skúlaskipan, men at tað er Sunda kommuna, sum ikki hevur nóg mikið av plássi í teirra størru skúlum.

- Vit hava eitt frálíkt samstarv við felagsskúlanum, og hava nóg mikið av plássi í Eiðis skúla. Men sjálvandi vilja vit vera við, um tað hjálpir teimum og gevur okkum ein betri skúla, sigur Tom Joensen.

Enn er tó onki avgjørt, hvussu skúlarnir skulu skipast, og frá augustmánaði verða eftir øllum at døma fundir, um hvussu verður við ætlanini við víðkaða samstarvinum um skúlar í Sundalagnum og Eiði.