Eiði-2 sett aftur á sporið

Umboðsnevndin hjá SEV hevur sett EIÐI-2 verkætlanina aftur á sporið. Fríggjadagin varð játtað, at SEV-stýrið biður um 150,6 milliónir krónur til at føra vatnorkuútbygginga í Eysturoynni suður ímóti Selatrað. Formaðurin í umboðsráðnum vísir aftur, at hetta er hent í tí dulda

Gongst sum SEV ætlar verður aftur farið undir at grópa seg ígjøgnum Eysturoynna fyri at taka áir. Hesaferð á vestursíðuni.
Umboðsnevndin hjá SEV hevur samtykt at geva stýrinum fyri SEV loyvi til at læna 150,6 milliónir krónur til verkætlanina EIÐI-2. Tað var greitt fríggjakvøldið, tá umboðsráðið fyri SEV helt fund á Hotel Hafnia. 54 atkvøddu fyri og 11 atkvøddu ímóti uppskotinum at heimila stýrinum at taka upp lán. Frammanundan høvdu 20 atkvøtt fyri at útseta málið, men tað fall.
Verkætlanin fevnir um at gera tunlar í fjallinum í Eysturoynni frá Svínáum til og við Sandá á Veðranesi. Tað er hetta, sum tær 150 milliónir krónurnar skulu lænast til. Harafturat hevur umboðsnevndin eisini mælt stýrinum til, at loyvið fæst til framhaldandi útbygging frá Sandá til Gjógvará á Selatrað. Tunlarnir skulu taka vatnið í áunum og føra tað til Eiðisvatn, haðani tað fer í vatnorkuverkið.

Einki endaligt
Hans Tausen Olsen, formaður í Umboðsráðnum hjá SEV, ger vart við, at talan er ikki um eitt endaligt loyvi at fara í gongd. Fyrst skulu neyðug loyvi fáast frá bæði friðingar- og landsmynduleikum.
Friðingarmyndugleikarnir, tað eru yvirfriðingarnevndin, friðingarnevndin og hagin, skulu geva loyvi til sjálva boringina í fjallinum og at taka áirnar. Landsstýrið skal geva SEV loyvi til at upptaka lán.
? Fáa vit eitt nei, so verður sjálvandi einki bygt. Men vit mugu geva loyvi fyrst, tí hvat skal SEV annars biða um loyvi til?, spyr Hans Tausen Olsen.

Pressan svav
Ein afturvendandi atfinning ímóti SEV er, at stovnurin er so afturlætin, hóast avgerðirnar raka allar føroyingar. Fýlst verður á, at kjakið um so stórar verkætlanir sum Eiði 2, ikki gongur fyri seg í fólkinum men handan stongdar dyr hjá SEV.
Hesar atfinningar er Hans Tausen Olsen harmur um. Hann heldur seg hava gjørt sítt til at kunna fólk og fjølmiðlar, og hann heldur pressuna hava snorksovið í tímanum. Málið hevur verið fimm ferðir fyri, sigur hann, og tann 19. juni í ár bjóðaði hann fjølmiðlunum til ein kunnandi fund, men eingin møtti.
? Eg skal viðganga, at eg var ógvuliga skuffaður. Eg havi fingið skotið í skógvarnar, at SEV er ov afturlætið, og tí gjørdi eg mær stóran ómak við einum kunnandi fundi. Vit høvdu fingið okkum útlendska hjálp at greiða frá um biogass, aldu-, vind-, vatn og sólorku og enntá samskifti á elkervinum. Men eingin møtti frá pressuni, og tí er millum lítið og einki komið út. Talan var um eina stóra kunning um alla orkuútbygging í Føroyum, sum eisini EIÐI-2 er partur av, sigur Hans Tausen Olsen.
Fundurin fríggjadagin var sum vant afturlætin, men tað fekk umboðsnevndarformaðurin einki gjørt við. Hann roknar tó við, at hetta verður broytt í mai í ár, tá ið uppskot verður lagt fram um, at fundirnir hjá umboðsráðnum vera almennir.

Eingin árinskanning
Tað er greitt, at tað hevur ávirkan á firðirnar, tá ið stórar áir, sum streyma á sjógv, verða tiknar til vatnorku. Ongar árinskanningar eru enn gjørdar av EIÐI-2 verkætlanini, sum nú verður sett á sporið aftur. Hans Tausen Olsen vísir á, at tað ikki er SEV, sum skal standa fyri árinskanningum, men hevur játtað at gjalda fyri tær.
? Tað er torført at gera árinskanningar áðrenn eina verkætlan fyri nakað, sum hendir aftaná. Vit gera tað, sum vit vera biðin um, men tað hevði verið meiningsleyst, um SEV sjálvt skuldi staðið fyri árinskanningum, sigur Hans Tausen Olsen.