"Eg samli til eina motorsúkklu," sigur 5 ára gamli Ingi Arngrímson, sum saman við beiggja og systkinabarni sínum savnar fløskur og blikk undir øllum G! festivalinum, "men eg má nokk bíða, inntil eg verði 16 ár at keypa hana." Dreingirnir búgva allir í Syðrugøtu.
"Mínar fløskur skulu fara til ein bil," sigur 7 ára gamli Hans Jákup Arngrímson.
"Eg trúgvi, at eg fari nokk at seta mínar pengar í bankan. So kann eg brúka teir til okkurt seinni," sigur Jákup Martin Jarnskor, sum er 5 ára gamal.
"Vit hava fingið nógvar fløskur longu. Eg haldi, at vit hava savnað upp í tveir, nei, tríggjar sekkir," sigur Hans Jákup.
"og tríggjar posar aftrat," er Jákup Martin skjótur at leggja aftrat.
"Her eru smekkfult av fløskum. Serliga har niðri eru nógvar at heinta," sigur Ingi til síðst, áðrenn teir tríggir gøtumenninir aftur fara til verka og fylla posarnar. Portalurin ynskir dreinginum góða eydnu við fløskusavningini.