Europeiska hondbóltssamgongan, EHF, hevur latið málið upp í hendurnar á íslendinginum, Reynir Stefánsson, sum er EHF-umboð í sambandi við Europa Cup dystin millum H71 og Galychanka Lviv í kvøld klokkan 20, og hann hevur fingið at vita frá EHF, at hann eina seinastu ferð á tekniska fundinum undan dystinum skal krevja feløgini eftir einum endaligum svari, um tey ganga við til ein dyst, ið skal avgera alt, ella ikki.
Hetta skrivar heimasíðan hjá H71 www.h71.fo
- Eingin roynd er komin á mál, tí tey í Galychanka ikki hava tikið undir við tí, vit eru komin við, ella eru komin við mótuppskotum, vit als ikki kundu góðtaka, sigur Anna Dam, forkvinna í H71 við heimasíðu felagsins.
HER ber til at lesa meir um fjórðingsfinalufløkjuna í grein hjá Hilmari Jan Hansen á h71.fo.
FM1 sigur beinleiðis frá dystinum millum H71 og Galychanka í kvøld. Sendingin byrjar klokkan 19.45.