EH Aalborg tryggjaði sær javnleik í seinasta sekundinum

Liðið hjá Anniku Fríðheim Petersen og Lív S. Poulsen er á einum níggjunda plássi í bestu donsku hondbóltsdeildini

Annika Fríðheim Petersen, Lív S. Poulsen og liðfelagarnir í EH Aalborg spældu í kvøld dyst á heimavølli móti Silkeborg-Voel í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Við seinasta kastinum í dystinum syrgdi Clara Lerby hjá EH Aalborg við einum brotskasti fyri, at eitt stig var eftir í Skansen høllini.

 

Dysturin endaði við javnleiki 31-31. Í steðginum var Silkeborg-Voel á odda 19-17.

 

Lív skoraði eitt mál og legði upp til eitt mál. Annika bjargaði sjey av 24 málroyndum, og stóð seg betur enn kappingarneytin, Johanne Graugaard sum bert bjargaði tveimum av 16 málroyndum.

 

EH Aalborg er nummar níggju í deildini við fýra stigum. Bert málmunurin skilir EH Aalborg frá Aarhus United, ið er á áttanda plássinum, ið gevur atgongd til endaspælið aftaná lokið grundspæl.

 

Í morgin klokkan 12.30 tekur liðið hjá Súnu K. Hansen, Skanderborg móti liðnum hjá Mariu P. Nólsoy, Horsens á heimavølli. Klokkan 13 spæla Rakul S. Wardum og liðfelagarnir í Ringkøbing á útivølli móti toppliðnum, Herning-Ikast. Klokkan 14 hava Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Keypmannahavn dyst á útivølli móti Bjerringbro. Klokkan 15 taka Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg móti Aarhus United á heimavølli.