Málverjin, Margit Weihe Fríðmundsdóttir og liðfelagarnir í EH Aalborg spældu í dag 1. uppflytingardystin í næstbestu donsku hondbóltsdystini.
EH Aalborg var á heimavølli og tapti greitt 20-27 fyri Holstebro. Í fyrra hálvleiki leikaði javnt á. Í steðginum var Holstebro á odda 13-12.
Seinastu 12 minuttirnar skoraði heimaliðið bert eitt mál, og tað kostaði dýrt.
Liðini hittast aftur í Holstebro til annan uppflytingardystin komandi fríggjakvøld.