EH Aalborg mátti taka til takkar við øðrum plássinum

Bjerringbro vann grundspælið í næstbestu donsku hondbóltsdeildini, og tí mugu Margit Weihe Fríðmundsdóttir og liðfelagarnir í EH Aalborg spæla um uppflyting

Føroyski málverjin, Margit Weihe Fríðmundsdóttir og liðfelagar hennara í EH Aalborg vunnu heili 20 av 22 dystum í grundspælinum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. Kortini rakk tað bert til eitt annað pláss.

 

Bæði EH Aalborg og Bjerringbro endaðu á 40 stigum, men Bjerringbro er betri innanhýsis og vinnur tí deildina og flytur beinleiðis upp í bestu deildina. EH Aalborg má spæla uppflytingardystir um rættin at spæla í bestu deildini komandi kappingarár. 

 

EH Aalborg vann í dag stórsigur 33-17 (24-11) á botnproppinum, HIK sum hevði Magnu Tórðardóttir á liðnum. Bjerringbro hevði torføran útidyst móti Holstebro, men tær hjá Bjerringbro vóru omaná tá samanum kom og vunnu 33-27 (18-16), og skulu tí á fyrsta sinni royna seg í bestu deildini komandi kappingarár.

 

Í næstseinasta umfarinum tapti EH Aalborg 28-31 (14-13) fyri Bjerringbro á útivølli, og tann sigurin kostaði dýrt í samlaða roknistykkinum.